«2023»Í dag«Apr»
          1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Høvuðsstuðul hjá KBF



Aðrir stuðlar


     


Reglugerð


Reglugerð.

 

 

Grein 1.

Navn og endamál

 

Navn felagsins er Klaksvíkar Badmintonfelag    (í stytting KBF).

 

Endamál felagsins er at virka til frama fyri badminton.

 

 

Grein 2.

Limir, limagjald og spælaragjald

 

Limur í felagnum kann einhvør gerast við at tekna seg hjá kassameistaranum og móti kvittaðum limakorti gjalda fyri eitt ár í senn, galdandi frá 1. September til 30 August.

 

Lima- og spælaragjald verður goldið frammanundan og støddin á hesum verður ásett á aðalfundi.

Limagjaldið er 150 kr. fyri øll. Spælaragjaldið fyri allar spælarar up til U19 er 400 kr og fyri allar vaksnar spælarar 850 kr.

Syskinaavsláttur: barn nr. 2 skal gjalda limagjald + 250 kr. í spælaragjaldi, barn nr. 3 og uppeftir, skal gjalda limagjald + 100 kr. í spælaragjaldi.

Fyri at luttaka í familjubadminton skulu øll í familjuni, frá 7 ár og uppeftir gjalda limagjald umframt at hvør familja skal gjalda kr. 50 hvønn dag tey spæla.

 

Hvør limur yvir 16 ár hevur eina atkvøðu á fundum felagsins, og kann limur geva øðrun limi fulltrú til at møta sína vegna.

 

Burtursæð frá ógoldnum lima- og spælaragjaldi má ongin verða koyrdur úr felagnum, uttan tað er samtykt við vanligum meiriluta á einum aðalfundi. Verður ein limur strokin, kann hann ikki verða tikin uppaftur í felagið fyrrenn møguligar eftirstøður eru goldnar.

 

Um spælari, sum hevur goldið limagjald og spælaragjald, gevst áðrenn fyrstu grand prix kapping í kappingarárinum; Kann hesin fáa spælaragjaldið afturgoldið um hesin ynskir tað.

 

 

Grein 3.

Aðalfundur

 

Hægsti mynduleiki felagsins er ársaðalfundurin, ið verður hildin á hvørjum ári í september mánaði.

Aðalfundurin verður lýstur við 7 daga varningi.

 

Dagsskráin fyri ársaðalfundi er henda:

 

1.      Val av  orðstýrara

2.      Val av skrivara

3.      Formaðurin gevur ársfrágreiðing

4.      Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur til góðkenningar

5.      Val av nevndarlimum

6.      Val av 2 tiltakslimum

7.      Val av grannskoðara

8.      Ásetan av lima- og spælaragjaldi

9.      Innkomin mál

10.  Ymiskt

 

Tá ið valt verður einkultvís og valevni ikki fær meiriluta (t.v.s. í minsta lagi ein atkvøða meira enn helmingin av teimum luttankandi atkvøðiunum), verður bundið umval millum tey tvey valevnini, sum hava finið flestar atkvøður í fyrsta umfari.

 

Stendur framvegis á jøvnum við umval, verður lutakast.

 

Uppskot sum ynskjast viðgjørd á vanliga aðalfundinum eiga at verða nevndini í hendi í seinasta lagi 3 dagar áðrenn aðalfundin.

 

Aðalfundurin er viðtøkuførur uttan mun til hvussu nógvir limir møta, og skulu allar samtyktir fyri at hava gildi, um ikki annað er ásett í viðtøkunum, verða samtyktar við vanligum meiriluta av teimum møttu limunum.

 

 

Grein 4.

Eykaaðalfundur

 

Eykaaðalfundur kann verða hildin, um nevndin heldur tað verða neyðugt ella minst 10 limir krevja tað, til viðgerðar av ávísum fundarevni.

 

 

Grein 5.

Nevndin

 

Dagliga leiðsla felagsins er ein nevnd við 3 til 5 limum, og hon skipar seg sjálv við í minsta lagi:

 

Formanni

Kassameistara/skrivara

Kappingarstjóra/næstformanni

 

Nevndin verður vald á aðalfundinum ávíkavist 2 ella 3 limir annaðhvørt ár og 1 ella 2 limir annaðhvørt ár.

 

Nevndarlimur skal verða fyltur 18 ár.

 

Nevndin hevur fund so ofta formaðurin ynskir tað ella hetta verður kravt av tveimum nevndarlimum.

 

 

Grein 6.

Myndan av felagnum

 

Nevndarformaðurin skal umboða felagið úteftir og annars hava eftirlit við at viðurskiftini í felagnum millum limir v.m. eru í lagi.

 

Næstformaðurin kemur í formansins stað, um honum berst frá. Skrivarin skal føra fundarbókina yvir nevndarfundir, og skal saman við formanninum hava brævskifti um hendi.

 

Kassameistarin skal hava roknskap og limalista felagsins um hendi. Peningaognir felagsins skulu setast inn á banka– ella sparikassabók ella líknandi, til besta frama fyri felagið.

 

 

Grein 7.

Tekningarreglur

 

Felagið verður teknað av nevnd felagsins, sum annars kann geva umboðsfulltrú.

 

Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst aðalfundarsamtykt og undirskrivt á viðkomandi skjøl av tveimum nevndarlimum.

 

 

Grein 8.

Undir- og arbeiðsnevndir

 

Til at røkja avísar avmarkaðar uppgávur kann nevnd felagsins velja undir- og/ella arbeiðsnevndir.

 

Hesar eru undirgivnar nevnd felagsins og skulu í øllum fylgja teimum rætningslinjum og ásetingum, sum nevndin í KBF ásetur, eins og nevndin kann broyta avgerðir hjá undir- og arbeiðsnevndum.

 

 

Grein 9.

Viðurlag

 

Alt nevndararbeiði er ókeypis, tó kann nevndin ímóti gjaldi seta fólk til ávíst starv, umframt at taka sær sakkøna hjálp í serligum føri.

 

Limirnir bera sjálvir kostnaðin av síni persónligu útgerð.

 

 

Grein 10.

Roknskapur

 

Roknskaparár felagsins er frá 1. September til 31. August.

 

 

Grein 11.

Viðtøkubroyting

 

Broytingar í lógum felagsins verða at viðtaka á einum aðalfundi við minst 75% atkvøðumeiriluta av teimum møttu limunum.

 

Avtøka felagsins skal somuleiðis samtykkjast við 75% meiriluta, og krevst 60% av limum felagsins tá eru møttir.

 

Er hetta ikki so, verður nýggjur aðalfundur hildin við somu freist, sum frammanfyri er ásettur, og er hesin viðtøkuførur, uttan mun til hvussu nógvir limir tá eru møttir.

 

Verður felagið niðurlagt, skal ogn felagsins, eftir at øll skuld er goldin, latast øðrum ítróttar- ella fríðtíðarfelag í Norðoyggjum.

 

Soleiðis samtykt á aðalfundi.

 

Tann 23. Mars 2015.


Reglugerð KBF - Reglugerð 23-3-2015.docx