Okkara virðir og mál
Okkara sosialu mál eru hesi:
· At leikararnir skulu vera tryggir og glaðir fyri at spæla badminton í KBF.
· At leikararnir vísa virðing og hjálpa og stuðla hvørjum øðrum.
· At leikararnir ikki happa nakran ella halda nakran uttan fyri felagsskapin.
· At leikararnir vísa góðan atburð á og uttan fyri vøllin.
· At leikararnir í størst møguligan mun sita saman til kappingar í teimum ymiskum høllunum.
· At leikararnir hyggja at dystunum hjá hvørjum øðrum til opnar kappingar og liðkappingar.
· At leikararnir kunnu samstarva millum liðini.
· At leikararnir læra Fairplay og góðan atburð (døma rætt á strikunum) tí tað hoyrir til at spæla badminton í KBF.
· At foreldur og venjarar stuðla børnunum til at røkka málunum við at vera góðar fyrimyndir.
· I KBF taka vit tey sosialu málini í stórum álvara og ynskja í størst møguligan mun at fylgja teimum altíð.
Foreldra- og áskoðaraatburður:
Umframt ein góðan atburð frá børnunum ynskja vit eisini at foreldur, familja og áskoðarar vísa ein góðan og rættan atburð.
Hesar reglur er gjørdar til frama fyri tey leikani og venjarnar. Í KBF mæla vit til, at foreldur, familja og áskoðarar fylgja hesum reglum. Tað er eisini galdandi tá børnini umboða KBF til liðkappingar og opnar kappingar.
Foreldur skulu:
· Syrgja fyri sunnum mati og drekka til liðkappingar og opnar kappingar.
· Klappa, tá børnini vinna góð stig og ikki, tá mótstøðuleikarin ger mistøk.
· Vegleiða børnini við positivum orðum og vegleiðingin skal fyriganga aftanfyri vøllin.
· Rósa børnunum eftir dystirnar.
· Troysta tá børnini hava tapt ella hava fingið ilt.
· Bíða við at klappa, til mótstøðuleikarin hevur dømt bóltin úti ella inni.
Foreldur skulu ikki:
· Blanda seg og viðmerkja spælið, so leikarnir hoyra tað.
· Blanda seg uppí stigteljing, sjálvt um børnini gera mistøk.
· Brokka seg, um mótstøðuleikarans dømir skeivt ella annað.
· Skelda barnið, um tað hevur spælt illa.
KBF góðtekur ikki:
· Niðrandi atburð móvegis leikarum
· Álop ella niðursetandi róp á leikvøllinum
· At ókvæmisorð verður rópt eftir leikarum
· Happing av leikarum ella venjarum
Vit vilja mæla til:
· Um barnið upplivir svik, má tað biðja um ein dómara
· Um barnið upplivir feildømingar, má tað takast upp eftir dystin og ikki mótsvarast við einari tilvitaðari feildøming fyri at rætta mistakið uppaftur. Tað er týdningarmikið, at børnini skilja, at vit ikki snýta í KBF
· At børn sum uppliva ella síggja keðiligan atburð royna sjálvi at venda gongdini ella venda sær til venjaran/nevndina beinavegin fyri at rætta upp uppá støðuna.
· Positivan og vinaligan atburð :-)
Klaksvíkar Badmintonfelag