
RIG januar 2014
Badmintonkapping í Íslandi januar 2014
Kunning til badmintonspælarar:
KBF ætlar aftur hetta kappingarárið at skipa fyri eini ferð til Reykjavík
International Games (RIG), har møguleiki er fyri at luttaka í badmintonkapping.
Kappingin verður frá 16. – 20. Januar 2014 í Laugardali í ReykjavíkJ
Les meira um RIG á heimasíðuni www.bsf.fo
Kappingin er ein opin kapping, sum er fyri allar leikarar frá U13 og
uppeftir. Tvey tey seinastu árini hevur eisini verið ein minni kapping fyri
U11. (Meiri kunning um U11 seinni.)
Tó skal sigast, at børn undir U-17 skulu hava foreldur/verja við, ella gera
avtalu við onnur foreldur.
Túrurin verður skipaður saman við hinum feløgunum. Ætlanin er at leiga
flogfar, og tí er umráðandi, at vit fáa eina fyribils tilmelding áðrenn 20. Juli 2013.
Endaligu tilmeldingina frætta tit meira um seinni, men hon verður einaferð
í september.
Hvussu túrurin verður skipaður frá KBF er ikki avgjørt enn, men helst koma
vit at búgva saman við hinum føroysku feløgunum. Tað er beint við Baðilandi í
Laugardali, og stutt at ganga til høllina, har
spælt verður.
Gjald
Leikararnir mugu sjálvir gjalda fyri túrin. Vit ætla sjálvandi at søkja um
stuðul frá BSF og NATA, men enn er ov tíðliga at siga um vit fáa nakað.
Ein leys meting sigur, at túrurin kemur at kosta uml. 4000 kr.pr stk (Matur
ikki íroknaður) Vit eru sjálvandi øll áhugaði í, at túrurin verður so bíligur
sum møguligt. Ein møguleiki er at samla pengar við at skipa fyri ymiskum
tiltøkum. Hetta krevur nógva hjálp frá leikarum og foreldrum og eru øll hugskot
vælkomin. Í ár skulu tit fyrireika tykkum til, at vit fara at skipa fyri
tiltøkum. Men tað skal verður upp til tykkum sjálvi, um at taka lut í, at samla
inn pengar, so fáa tey sum samla. KBF fer ikki at stuðla beinleiðis við
peningi, men kann gott seta navn til tiltøk og søkja um stuðul og annað.
Fyribils tilmelding
Tey, sum hava hug at koma við til Íslands, kunnu geva boð til Sigurð
Jacobsen á tlf. 235088 ella senda teldupost til sija@bakkafrost.com í seinasta lagi 20. Juli.
Kunnandi fundur
Síðst í august ella fyrst í septembur fer KBF at skipa fyri einum kunnandi
fundi fyri luttakarum og foreldrum.
Um tit hava spurningar hesum
viðvíkjandi, eru tit vælkomin at ringja til Sigurð á tlf. 235088 J
Vinarliga KBF Sigurð Jacobsen