«2021»Í dag«Apr»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S

Høvuðsstuðul hjá KBF



Aðrir stuðlar


     


Her síggja vit vinnararnar hjá kvinnum. KBF fekk bæði gull og silvur. Lena Maria Joensen vann í finaluni á Bjarnhild í Buð Justinussen. Bronsuna vunnu Miriam í Grótinum og Sanna Thorkildshøj, sum báðar eru úr HBF.

JFK-Open 2020: Klaksvíkar Badmintonfelag eigur bestu kvinnuligu badmintonleikarnar.


Seinasta vikuskifti var stór badmintonkapping í Klaksvík fyri børn, ung og vaksin. Hetta var triðja Grand Prix-kappingin, og hon hevur heitið JFK-Open. Børn og ung spældu leygardagin í KÍ-høllini og badmintonhøllini. Sunnudagin spældu tey vaksnu í badmintonhøllini.

Fýra badmintonfeløg luttóku: HBF, ÍF, MBF og KBF. 144 leikarar vóru meldaðir til, sum leiktu tilsamans 200 dystir. Tað eru 12 leikarar fleiri enn til seinastu Grand Prix-kapping á Kambsdali fyrst í november, so tað er ein positiv gongd.

Hóast tað vóru fleiri avmarkingar fyri at fylgja tilmælunum frá mynduleikunum, eydnaðist kappingin væl, og vit sóu nógvar spennandi og væl spældar dystir.

Í A-bólkunum, sum eru sterkastu bólkarnir, vann KBF mest. KBF vann fimm bólkar, HBF fýra bólkar og ÍF ein bólk. KBF átti bert 30% av leikaratalinum, so her eigur venjarin hjá KBF, Aritra Nandi, rós uppiborið fyri sítt arbeiði.

Hjá vaksnum A var eingin spenningur, hvør fór at vinna hjá monnum. Tað var meir spenningur um, hvør slapp at møta Wong í finaluni. Wong úr Malaysia er klárt nógv besti leikari í Føroyum. Hann er venjari hjá HBF og er samstundis annar av landsliðsvenjarunum.

Fyrra semifinala var millum Jónas Djurhuus úr HBF og Wong, sum eisini spælir fyri HBF. Her vann Wong greitt 21-11 og 21-6. Hin semifinalan var millum Magnus Dal-Christiansen úr HBF og Ara Miné Jacobsen úr KBF. Talan var um ein javnan dyst, sum Magnus vann 21-15 og 21-19. Í finaluni millum Wong og Magnus, vann Wong greitt 21-14 og 21-9.

Hjá kvinnunum var meiri spenningur í, har vóru 6 leikarar meldaðir til. Hálvfinalurnar hjá kvinnum vóru millum Lenu Mariu Joensen úr KBF og Miriam í Grótinum úr HBF, og í hinari møttust Bjarnhild í Buð Justinussen úr KBF og Sanna Thorkildshøj úr HBF. Lena Maria vann ein spennandi dyst móti Miriam, og Bjarnhild vann greitt á Sannu. Finalan bleiv tískil millum tveir leikarar úr KBF, og her vann Lena Maria 21-17 og 21-13.

Vit í KBF vilja takk øllum leikarum, foreldrum, hjálparfólki og ikki at gloyma stuðlum. Uttan tykkum ber ikki til at halda eina so stóra kapping :-)

 

Klaksvíkar Badmintonfelag.