«2019»Í dag«Jan»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S


Høvuðsstuðul hjá KBF:





Aðrir stuðlar

     
Í U17 hjá monnum gjørdist Ari M Jacobsen úr Klaksvíkar Badmintonfelag føroyameistari

Klaksvíkar Badmintonfelag eigur í dag 5 av 10 føroyameistarum í FM 2017 í single fyri børn og ung

 Seinasta vikuskifti var FM-2017 í single fyri børn og ung á Giljanesi.  Sjálv kappingin gekk gott og var væl fyriskipa.  Tíðarætlanin helt og vóru finalur leiktar við linjudómarum, so støðið var sera høgt.

Leygardagin kappaðust U9, U11 og U13. og her leiktu baði dreingir og gentir. U17 gentir leiktu eisini leygardagin.  

Fyrst leiktu U9 hjá gentum og dreingjum.  Hjá dreingjum komu Brian Samuelsen og Tóki Ingvason Guttisen í finaluna, tað bleiv til eina reina HBF finalu og vann Tóki finaluna og gjørdist Føroyameistari.

Hjá gentum bleiv talan um eina reina KBF finalu, tí her komu Margretha í Buð og Osla Johannesen í finaluna.  Her var Osla tann sterkasta og gjørdist føroyameistari hjá gentum í U9.

Síðani leiktu U11 hjá gentum og dreingjum. Hjá dreingjum komu Lucas Gardar frá MBF og Bogi á Reynatrøð frá ÍF í finaluna. Tað endaði við at Lucas vann ein sera spennandi 3 settara.

Hjá gentunum í U11 komu Ranja Joenen frá KBF og Friða Magnussen ÍF í finaluna, og her vann tann bert 8 ára gamla Ranja frá KBF.

Nakað eftir middag brustu so leikarnir í U13 saman, og hjá dreingjum komu Nóa Eyðsteinsson frá MBF og Aron Kensson ÍF í finaluna.  Her endaði tað við, at MBF fekk sítt FM heiti nummar 2, tí Nóa vann.

Hjá gentum í U13 bleiv tað til enn eina reina KBF finalu, har Malena Olsen og Oddbjørg í Buð Justinussen komu at leika finaluna.  Her vann Malena og fekk KBF sítt 3. FM heiti.

Genturnar í U17 leiktu eisini leygardagin.  Her komu Mona Rasmussdóttir frá ÍF og Sissal Thomsen frá HBF í finaluna.  Mona vann og gjørdist FM meistari í U17 hjá gentum.

Meir bleiv ikki leikt leygardagin, men sunnudagin klokkan 13 fóru so leikarar í U15 og dreingirnir í U17 í gongd.  Hjá dreingjum í U15 komu Ari Nandy frá HBF og Hans Elttør KBF í finaluna. Her fekk HBF sítt 2. FM heiti, tí Ari vann og gjørdist FM vinnari.

Hjá gentum komu Adhya Nandy úr HBF og Lena Maria Joensen úr KBF í finaluna, hetta gjørdist ein sera tøtt og góð finala og settini endaðu 17-21  20-22 og 22-24 til Lenu Mariu, so her vann KBF sitt 4. FM heiti.

Sunnudagin leiktu eisini dreingir í U17.  Her komu Sámuel Eyðsteinsson úr MBF og Ari M Jacobsen frá KBF at leika seinasta og avgerandi dystin.  Her vann Ari frá KBF, og gjørdist hetta 5. Føroyameistaraheiti til Klaksvíkar badmintonfelag av 10 møguligum.  So sigast má, at KBF úr Klaksvík hevur gjørt eitt sera gott ár við at vinna 5 av 10 møguligum gull heiðursmerkjum í einmansleiki til FM 2017

Komandi vikuskifti verður Faroe Junior Islands Open 2017 í Klaksvík. Hendan kapping er fyri ung í aldrinum U15 til U19 og koma leikararnir úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi.  Leikarnir koma at búgva í Skótahúsinum. Tá eru øll hjartaliga vælkomin niðan í Badmintonhøllina at síggja badminton á høgum støði.  Leygardagin verður byrja kl 09:00 og sunnudagin kl 13;00  

Á páskum fer U-Landsliðið í badminton til kapping í Berlin. Seinasta kapping verður beint eftir páskir, tá tey vaksnu fara at leika um FM í Havn.