«2019»Í dag«Jan»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S


Høvuðsstuðul hjá KBF:





Aðrir stuðlar

     

Kappingarskrá til JFK-Open 2015: JFK-Open í Klaksvík komandi vikuskifti verður størsta badmintonkapping nakrantíð í Føroyum

 her er kappingarskrá til JFK-Open, sum verður í Klaksvík leygardagin og sunnudagin komandi vikuskifti.

( sí skriv niðanfyri  frá kappingarleiðsluni )


Kappingin komandi vikuskifti er størsta badminton kapping í Føroyum nakrantíð:-) 201 badmintonspælarar frá 6 badmintonfeløgum í landinum, har ímillum teir bestu í landinum koma til Klaksvíkar at spæla badminton. Klaksvíkar Badmintonfelag saman við BSF skipar fyri 3. Prand Prix kapping handan veturin. Tað verða leiktir 350 dystir, har teir flestu verða leygardagin, har børn og ung fara at kappast.   Leygardagin verða báðar hallirnar brúktar, og eru vit í Klaksvík væl fyri, sum tey einastu í landinum við 10 bánum á sama stað.

Byrja verður kl 0900 leygardagin, og møta tey fyrstu børnini kl 0830.  Tað eru U11 D og U11 C sum byrja kl 0900, so koma hini út á dagin, og endar kappingin leygarkvøldi uml kl 2000.

Sunnudagin eru tað so tey vaksnu, sum koma at kappast. Tey byrja at spæla kl 13:00.  Tey eru deild upp í A, B og C bólk. Í bólki A eru teir bestu leikarnir í landinum, har KBF eigur nummar eitt, tað er tann bert 16 ára gamli Rani í Bø. Nummer 2 er eisini ein frá Klaksvíkar Badmintonfelag, tað er Rainer Latuperissa.  So spennandi verður hvussu verður sunnudagin, tá teir hava spælt.

Støðan er hendur undan Prand Prix 3  har JFK  er stuðul, og tí eitur kappingin JFK-Open

1. KBF Rani í Bø                  70 stig

2. KBF Rainar Latuparisia    60 stig 

3. HBF Magnus Gaard          50 stig

3. HBF Rógvi Poulsen          50 stig


Øll eru vælkomin í hallirnar at síggja badmintonleikarnar spæla, tað kostar einki og kaffe er eisini ókeypis :-)


Skriv frá kappingarleiðslu til leikarar og foreldur

Tíðarætlan og kappingarskrá: verður at síggja her

Hygg á BSF.FO seint frággjakvøldi, tí broytingar koma møguliga í, av avboðum v.m.)

Tíð og stað:

Badmintonhøllini og í KÍ høllini í Klaksvík, leygardagin 5. desembur.

U-11D dreingir og U-11C byrjað  kl 9:00 og møta kl. 8:30
U-11D gentir byrjað kl.  9:15 og møta 8:45

Øll onnur møta ½ tíma áðrenn fyrsta dyst

Vaksin:  Spæla sunnudagin 6. desember í Badmintonhøllini,  Byrjað verður kl. 13:00.

Reglugerð Spælt verður sambært "DBF´s turneringsreglement." (Tó verður møguliga spælt til færri enn 21 stig)                             

Heiðursmerki: Spælt verður um heiðursmerki í øllum bólkum.

Gjald: Leygardagin (U-11, U-13, U-15, U-17): kr. 50,-       Sunnudagin (vaksin): kr. 100,-

(Peningurin skal gjaldast í høllini á kappingardegnum)

Avboð: Ber ikki til at møta til kappingin (til dømis vegna sjúka), verða tit vinarliga biðin um at

melda avboð til ein av niðanfyristandandi í kappingarleiðsluni hjá KBF.

·         Áðrenn leygardagin 5. desembur  við SMS til kappingarleiðslu hjá KBF (sí telefonnummar niðanfyri)

·         Leygardagin 5.des og sunnudagin 6. des til kappingarleiðslu hjá KBF (sí telefonnummar niðanfyri)

Kappingarleiðsla KBFSigurð Jacobsen 235088 

Ábyrgd fyri kappingarskrá: BSF:  Kappingarnevndin hjá BSF