«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S


Høvuðsstuðul hjá KBF:





Aðrir stuðlar

     
Her síggja vit besta bólkin hjá monnum, vaksin A, sum KBF-leikarin Ari M Jacobsen vann. Stórt til lukku til Ara

Badminton: Ari Miné Jacobsen hjá KBF var bestur hjá teimum bestu í JFK-Open 2018

 Seinasta vikuskiftið var stór badmintonkapping í einmansleiki í Klaksvík. JFK er stuðul til hesa kapping, sum ber navnið JFK-Open 2018.  Hetta er 3. av 5 Grand Prix-kapping í vetur.

Kappingin var hildin bæði í KÍ- høllini og Badmintonhøllini, leygardagin. Byrja varð kl 09:00, og tað varð hildi á til kl 19:00 á kvøldi. Leygardagin spældu børn og ung frá U11 og til og við U17. Tað luttóku 150 leikarar, og 250 dystir vóru spældir.

Sunnudagin varð byrja kl 13:00 og kappast varð til kl 18:00 á kvøldi tá seinasta finalan var liðug. Kappingin fór fram í Badmintonhøllini, og har vóru 45 dystir leiktir av gott 20 leikarum.

Kappingin gekk væl, og vístu allir leikarar góðan stríðsanda allan vegin. Nógvir dystir vóru javnir og sera spennandi, og serliga vóru flestu finalurnar sera spennandi við trimmum settum.

Hjá teimum vaksnu í A-bólkinum á kvinnusíðuni vann Gunnva Jacobsen úr HBF. Hjá monnum í A bólkinum, kom tað óvart á Magnus Dal-Christiansen úr HBF, at 17 ára gamli Ari Miné Jacobsen úr KBF vann á Magnus í eini spennandi finalu, sum gjørdist ein 3-settari. ( 7-21, 21-15, 18-21 )


Næsta kapping verður H-Dygd Open, sum MBF er vertur fyri, hon verður 12 og 13 jan 2019.


Leinkið niðan fyri vísir úrtslitini av kappingini. 

http://www.cup2000.dk/turnerings-system/Vis-turneringer/?tournamentid=9257


Myndir frá heiðursmerkjahandanunum. eru niðanfyri.


Klaksvíkar Badmintonfelag takkar fyri alla hjálp til kappingina. Tað er nógv, sum skal gerast. Gera hallir klárar, baka bollar, smyrja breyð, telja og annað.  Eisini er sera nógv at gera meðan kappingini koyri, og alt skal takast upp og ruddast av aftaná.   Alt hetta verður gjørt ólønt av foreldrum og limum hjá KBF. Stóra tøkk til tykkum øll fyri tað :-)