«2021»Í dag«Sep»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Høvuðsstuðul hjá KBF



Aðrir stuðlar


     


Hey tit KBFarar og øll onnur

 

Hey tit KBFarar og øll onnur


Nú er summarið mest sum liðugt og tíðin nærkast til vit fara at venja badminton aftur. Vit fara at havatilmelding komandi hósdag 3.sept frá kl.17.00 til 19.00 í Badmintonhøllini. 

Tað var stórur áhugi seinasta vetur og vit vóna at síggja eins nógv komandi vetur. Venjingin hjá børnunum byrjar mánadagin 7.sept september. Vit vóna eisini at síggja nógv vaksin í vetur.


Hjá børnum kostar tað 550 kr. at gerast limir og at venja. Barn nr.2 gjalda 400 kr. og barn nr.3 gjalda 250 kr.Tey vaksnu skulu gjalda 1000 kr fyri at gerast limir og at venja/spæla 4 tímar um vikuna.Øll kunnu annars gerast hvílandi limir, og tað kostar 150 kr. 


Síggjast hósdagin ímillum kl.17.00 – 19.00, har kaffi o.a. eisini verður at fáa. Høllin verður opin frá kl 1600, har øll kunnu royna seg, og frá kl 1830 kunnu tey vaksnu royna seg.

Inngongd ímillum hallinar. 

Taka bert ímóti kontantum peningi.



Vinarliga KBF

Eisini eru vit á Facebook Trýst her >

>