«2021»Í dag«Sep»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Høvuðsstuðul hjá KBF



Aðrir stuðlar


     


Fyrsta GP kapping í vetur byrjar í Vestmanna 26-27.sep

 Hey tit KBF leikarar, nú fer kappingin so at byrja. Vikuskifti 26.27.sep verður fyrsta Grand Prix kapping í vetur, kappingin verður í Vestmsnna.   Vit koyra eitt tilmeldingarskema niðan í høllini manadagin, og so kunnu leikarnir krossa seg av á tí listanum. Av tí at børnini kunnu krossa seg av sjálvi uttan at foreldur/verja vita av tí, ynskja vit, at foreldur/verja frá 5 flokki og niður, vátta fyri at tað er ok, við at seta sítt navn á eisini.  Seinasta freist er týsdagin 22.sep kl 20:00

Tað er heilt upp til leikarnar sjálvar at avgera, um teir ynskja at koma til kapping, øll eru vælkomin.  Vit plaga at siga til tey nýggju, at ein kapping er fyrst í des í Klaksvík, og tað er passaligt at byrja at leika til Kapingar tá.

Klaksvíkar Badmintonfelag


Myundin er frá seinastu kapping í klaksvík tá Erla Johannesen vann gull í U11

Innbjóðingin er her:


LUNA OPEN 2015


VÍF og BSF


Bjóða hervið til 1. umfarið av Grand Prix kappingini hjá


U-11, U-13, U15, U17 og vaksin,  sum verður í


Vestmanna Ítróttarhøll.


 


Tíð og stað:


Leygardag 26, September leika  U13, U15 og U17. Byrja verður kl. 9.00


Sunnudagin 27. September  leika vaksin. Byrjað verður kl. 13:00.


Møtt verður ½ tíma áðrenn leiktíð.


Leiktíð og kappingarskrá sæst  á www.bsf.fo frá hóskvøldið 24/9 kl. 22.00.


Greinar:


Einmansleikur, (gentir og dreingir spæla saman). Meldið til í:


U11 A, B, C ella D (fødd 2005 og yngri)

U13 A, B, C ella D (fødd 2003 og 2004)

U15 A, B, C ella D (fødd 2001 og 2002)

U17 A ella B (fødd 1999 og 2000)

Vaksin A ella B (fødd 1998 og eldri)


(BSF tilskilar sær rættin til at sláa bólkar saman, um ov fá melda til).


A: Góðir kappingarvandir leikarar.


B: Kappingarvandir leikarar, ið hava vant í 2 ár ella meira.


C: Leikarar ið hava vant í minsta lagi eitt ár og hava luttikið í kappingum í fjør eiga at


melda til í C ella hægri.


D: Leikarar á byrjunarstigi.


Reglugerð: Spælt verður sambært "DBF´s turneringsreglement." (Tó verður møguliga spælt til færri


enn 21 stig) Kappingin verður skipað sum “pool/cup” kapping, treytað av luttakaratalinum.


BSF tilskilar sær rættin til at gera seedningar. (vanliga 2 spælarar).


Heiðursmerki: Spælt verður um heiðursmerki í øllum bólkum.


Gjald: Leygardagin (U-11, U-13, U-15 og U17): kr. 50,-


Sunnudagin (vaksin): kr. 100,-


(Peningurin skal gjaldast í høllini á kappingardegnum).


Tilmelding: Til egið felag í seinasti lagi týsdagin 22. September.


Avboð: Ber ikki til at møta til kappingina (til dømis vegna sjúka), verða tit vinarliga biðin um at


melda avboð til ein av niðanfyristandandi:


Kappingarleiðsla: Áki, tlf. 24.35.35, Hjørleif, tlf. 24.36.59 og Britta, tlf. 25.33.36, VÍF.


Ábyrgd fyri kappingarskrá: Nicola Gram og Johnny í Grótinum,  BSF

 


Ábit: Frukt, breyð, køkur og vatn/kaffi /the fæst, og toast verður til sølu J







LUNA OPEN 2015 (1).docx