«2022»Í dag«Aug»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Høvuðsstuðul hjá KBF



Aðrir stuðlar


     


Føroyar vunnu bronsu í liðkappingini á Bermuda

 

Bermuda, mánakvøld  


Bronsudystur, Føroyar - Bermuda

Niclas H. Eysturoy leikti einmansleikin ímóti Pai frá Bermuda, sum er ein evnaríkur, men ókendur leikari í oyggjaleikahøpi. Niclas vann fyrsta settið 21-11 og næsta settið 21-10. Niclas var greitt tann besti leikarin og hevði tamarhald á støðuni undir øllum dystinum.

Einmansleikin hjá kvinnum vann Rannvá Carlson 2-0 á Emma Calow við settúrslitunum 21- 13 og 21 – 10. Rannvá var klárt tann betri leikarin í hesum dystinum.

Tvímansleikin hjá monnum leiktu Niclas H. Eysturoy og Flóvin Mikkelsen ímóti Pai og Palmer. Fyrsta settið vunnu Niclas og Flóvin 23-21 og næsta settið lót teir onga iva vera um dygdina í teirra leiki og vunnu ikki minni enn 21-10.

Sostatt hava Føroyar vunnið bronsu í liðkappingini við at vinna 3-0 á Bermuda.

Fegnir leikarar og venjarar saman við borgarstjóranum í Tórshavn