«2019»Í dag«Apr»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30          
M T M H F L S


Høvuðsstuðul hjá KBF:





Aðrir stuðlar

     
Í U-17 mix vann Nápur síni fyrstu FM heiðursmerkju í badminton. Hjartaliga tillukku til Nápur.

FM-2016 í double og mix fyri ung í badminton varð hildin í Klaksvík seinasta vikuskifti

 Seinasta leygardag var FM-2016 í double og mix fyri ung í badminton hildið í Klaksvík.

Tað vóru um 70 pør melda til, og er hetta nøkur pør minni enn seinast.  Kappingin lukkaðist sera væl, og vóru seinastu heiðursmerkju handa aðrenn kl 1800.  Tað gekk eisini væl at koyra kappingina og karmarnir vóru eisini góðir.  Sum vanligt var nógv gott at fáa, bæði eta og drekka, millum annað kaffe, the, frugt, smyrjubreyð, bollar, kaka og annað, alt hetta ókeypis, og so er eisini ókeypis hjá øllum, at koma og síggja okkara dugnaligu leikarar kappast í badminton.  Alt hetta letur seg gera, einans tí foreldur eru ótroyttulig við eini hjálpandi hond, stóra tøkk til øll :-)

Leikliga var hetta eisini ein góð kapping.  Fyrstu umførini vóru ikki tættir dystir, men tá komið varð til hálvfinalur bleiv kappingin hørð við jøvnum dystum.

Allar finalur vóru leiktar við dómara og linjudómarum. Hetta gevur ein eyka spenning og stemning, tá finalurnar skulu leikast.  Men saknur var í tí grøna yonex bánanum, sum í mong ár hevur verið brúktur til FM, eisini í Klaksvík og Giljanesi.  Serliga eru tað børnini, sum gleða seg til at spæla á honum. Tað var ikki frítt fyri, at fleiri børn vóru skuffað.  Vónandi fer Badmintonsamband Føroyra at loyva okkum, at fáa bánan norð til FM komandi ár, og ikki bert brúka hann í Havn. 

Klaksvíkar Badmintonfelag bleiv klárt mest vinnandi felag samanlagt, við heili 34 heiðursmerkjum av 90 møguligur.  Havnar Badmintonfelag vann 24 heiðursmerkju.

Tað var stuttligt at síggja nýggja badmintonfelagið Nápur stilla upp við fleiri pørum.  Tað eydnaðist eisini Nápi at vinna síni fyrstu FM heiðursmerkju í søguni hjá teimum. 

Vit í KBF takka øllum, sum hava verið um felagði í vetur og eisini rætt eina stóra hond til kappingarnar her í Klaksvík. Uttan tað frívilligu hjálp, ber ikki til at reka eitt ítróttarfelag sum KBF. Og mugu foreldur ikki gevast við at hjálpa til, tí tá alt kemur til alt, eru øll vinnarar, eisini foreldrini :-)

KBF