«2021»Í dag«Sep»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Høvuðsstuðul hjá KBF



Aðrir stuðlar


     


Í U11 vann KBF gull bæði hjá dreingjum og gentum, eisini vunnu KBF genturnar silvur og bronsu. Her síggja vit Malenu silvur, Silas og Bjarnhild gull og so Erlu bronsu.

FM í single fyri ung 2015 á Giljanesi gjørdist ein rimmar kapping fyri KBF

Seinasta vikuskifti var so seinasta kapping í vetur. Á Giljanesi var FM 2015 fyri ung í single, og gekk kappingin væl. Hon var væl fyriskipað av BSF og MBF í felag, stórt rós til øll har vesturi og BSF fyri tað:-)

Fyri okkum í KBF var hetta ein serliga góð kapping.  Okkara leikarar hava klárað seg avbera væl í vetur, og fingu vit flest Grand Prix heiðursmerkju í single fyri ung. So spennandi var, um okkara leikarar komu at forsvara hesi pláss.

Hjá U9 verður ikki kappast í Grand Prix. Tey spæla saman við U11, men har vistu vit, at Ranja og Oddbjørg komu at berjast um heiðursmerkjuni. Tær komu báðar í finaluna, og gjørdist hon sera spennandi. Ranja vann og gjørdist føroyameistari, Fríða frá ÍF vann bronsuna.  Hjá dreingjum kom Olivar í hálvfinaluna, men tapti. Síðani leikti hann móti Áka hjá MBF um bronsuna og tapti, men flott av Olivar. Í finaluni møttust Lucas frá MBF og Jósef frá ÍF. Lucas vann gull og vann FM.

Hjá U11 dreingir gjørdist Silas GP vinnari, og tí var spennandi hvussu bleiv til FM.  Silas spældi móti Nóa frá MBF  í hálvfinaluni og gjørdist tað sera spennandi, har Silas at enda vann. Í finaluni skuldi hann so møta Jósef, sum eisini kemur frá MBF.  Finalan gjørdist eisini sera sera spennandi. Jósef vann 1.sett, men so kom Silas og vann 2. og 3. sett 21-18, 21-18. So Silas gjørdist Føroyameistari 2015. Nummar 3 gjørdist Nóa frá MBF, hann leikti um bronsuna móti Leivur frá KBF                                                              

Hjá gentum í U11 vunnu KBF 1. 2. og 3. pláss til GP gjøgnum veturin, so her var trýstið sera stórt á okkara gentum. Tað eydnaðist her okkara leikarum, at endurvinna 1. 2. og 3. pláss í somu plasering. Malena og Bjarnhild komu í finaluna, og leiktu tær ein flottan og sera spennandi dyst. Endin var, at Bjarnhild vann 16-21,  21-14, og 22-20. Erla leikti móti Sannu frá HBF, og vann Erla bronsudystin 7-15, 15-5 og 15-12.

Hjá U13 dreingjum vann Hans 3. pláss í GP, og spennandi var, um Hans kláraði at halda 3. plássið til FM, serliga tí at Ari Nandy, sum leikti í U15 gjøgnum árið og gjørdist vinnari har, hevur aldur til U13, og var greiður farvorittur til FM.  Hans kom at leika móti Ara í hálvfinaluni, og tapti. Hann møtti so Eiler frá MBF, og vann eitt flott 3.pláss.      

Hjá gentum í U13bleiv Lena Maria nummar 2 til GP, og Adhya úr HBF nummar eitt.  Adhya er ung og hevur aldur til at leika í U11. Lena Maria hevur gjørt framstig í vetur, so her var spenningurin eisini stórur.  Tær komu báðar í finaluna, og var hon sum so nógvar aðrar, sera sera spennandi.  Hetta gjørdist eisini til ein 3 settara, endin gjørdist at Lena Maria vann í trimum settum 16-21, 21-13 og 21-16.

Hjá U15 dreingjum gjørdist Ari Nandy nummar eitt og Ári M Jacobsen nummar tvey til GP, men av tí at Ari Nandy flutti niður til U13, var Ári M Jacobsen favorittur til FM, og tað gjørdi hann eisini uttan nakrar stórar trupuleikar, hóast okkurt settið var javnt. Hann møtti Jónas úr HBF í finaluni, og vann hann 21-10 og 21-18.  Árant og Sámuel frá MBF leiktu um bronsuna og har vann Sámuel bronsuplássið.                                 

Hjá U15 gentum var eisini sera spennandi. Til GP fór Mona frá ÍF við 1.plássinum, men Alma kom aftur í ár upp til FM, sum hon vann seinasta ár. So var spurningurin, um hon kundi endurvinna FM, ella onkur annar fór avstað við 1.plássinum. Endin var, at aftur í ár møttust Mona og Alma í finaluni. Hendan finalan gjørdist eisini ein 3 settari. Alma vann fyrsta sett, men so tók Mona seg saman, fekk nøkur góð ráð á vegnum, og vann hon 2. og 3. sett greitt. Soleiðis vann Mona FM heitið aftur frá Almu.  Dysturin um 3. pláss gjørdist eisini ein sera spennandi 3 settari. Sissal frá HBF møtti Jensu frá ÍF. Jensa gjørdist nummar 2 til GP og Sissal nummar 3.  Her var endin, at Sissal vann á Jensu og fekk soleiðis bronsuna. 

Hjá U17 dreingjum var Dann frá MBF GP vinnari, Dann hevur eisini aldur til U15, men hevur valt at leika við U17 gjøgnum veturin, og tað valdi hann eisini til FM. Dann gjørdist eisini føroyameistari, nummar 2 gjørdist Rógvi frá HBF, bronsan fór eisini til MBF. 3. pláss fekk Andrass.                                                    

Hjá gentum í U17var Gunnva úr HBF nummar eitt til GP, og vann hon eisini FM2015, nummar 2 gjørdist Marjun úr KBF, sum eisini gjørdist nummar 2 til GP í vetur. Nummar 3 til GP í vetur bleiv Jastrid úr ÍF, men til FM kláraði Femja úr KBF at vinna bronsuna, hon leikti um bronsuna móti Elsbet, sum eisini er úr KBF.

Hetta er helst besta ár hjá KBF. KBF vann heili 5 av 10 FM í single fyri ung, og so vunnu okkara leikarar eisini 3 silvur og 3 bronsuheiðursmerkju. í alt 11 av 30 møguligum heiðursmerkjum, og fingu KBF leikarar flest heiðursmerkju. Árið hjá MBF gjørdist eisini gott við 3 gull, 1 silvur og 4 bronsuheiðursmerkjum.  HBF vann 1 gull, 5 silvur og 2 bronsuheiðursmerkju. ÍF vann 1 gull , 1 silvur og 1 bronsu.

Vit í KBF eru sera fegin um gongdina í vetur, og vilja takka øllum. Vit síggja, hvussu nógvan týdning venjing hevur. Serliga hevur eyka venjing upp til Fm gjørt at spælarnir vóru betri fyri í ár. Takk til venjararnar fyri tað.  Eisini hevur vegleiðing til dystir undir kappingum nógv at siga, serliga hevur Karl Arni gjørt eitt stórt arbeiði til allar kappingarnar. Hann var á Giljanesi alt vikuskiftið og stuðlaði okkara leikarum.  Eisini ein stór tøkk til øll foreldur fyri stóra hjálp gjøgnum veturin, uttan hjálp kann einki lata seg gera! :-)

Vit gleða okkum til venjingin byrjar aftur komandi heyst, vit hava tilmelding umleið mánaðarskiftið aug/sep. Vit lata frætta frá okkum:-)

Eisini vilja vit takka okkara stuðlum fyri stuðulin í vetur, EIK er okkara størsti stuðul, men eisini JFK, Bakkafrost og aðrir smærri stuðlar hava stuðlað okkum hendan veturin, uttan pengar gera vit einki:-)

Vinarliga

KBF  

Niðanfyri eru myndir av heiðursmerkjahandanini:-)