
Sera flott úrslit hjá Klaksvíkar Badmintonfelag til FM fyri lið 2020.
Seinasta vikuskifti varð
skipað fyri FM fyri lið 2020, sum var hildið
í Klaksvík 15. feb. Fyri Klaksvíkar Badmintonfelag var
hetta ein sera góð kapping, har KBF vann heili 3 meistaraheiti av 4.
Fyrsta kappingin var í U11, har HBF
vann 4-1 í móti KBF.
Onnur kapping, sum varð
avgjørd, var U15. Hetta var ein sera spennandi dystur millum KBF og HBF, sum KBF vann 3-2. So høvdu KBF og HBF vunnið hvør sítt meistaraheiti, men
enn vóru 2 kappingar eftir: U13 og U17/19.
Hjá U13 var eisini kappingin millum KBF1 og HBF1.
Hetta gjørdist eisini ein sera spennandi kampur, sum undan seinasta
dystinum stóð á jøvnum 2-2. Tað endaði við, at KBF1 vann samanlagt 3-2 og
gjørdist føroyameistari í U13 eisini.
Seinasta kappingin, sum varð
avgjørd, var U17/19. Hesir leikararnir eru
millum teir bestu í landinum. Tríggir leikarar
hjá HBF og ein hjá KBF vóru við til Oyggjaleikir í Gibraltar seinasta summar. Havnar Badmintonfelag meldaði eitt lið til saman við
Miðvágs Badmintonfelag. KBF vann tveir teir fyrstu, sum vóru tveir singlar, og
so var støðan 2-0 til KBF. Tveir teir næstu, sum vóru damu- og
harra double, vann HBF/MBF, og
so var javnt 2-2. Síðani var farið undir tann seinasta dystin, sum var mix double. Tann, sum vann dystin, kundi kalla seg føroyameistara í
U17/19. 1. sett vann KBF og 2. sett vann HBF/MBF, so her bleiv sera
spennandi. 3. settið vann Klaksvíkar Badmintonfelag og kundi tí kalla seg føroyameistara fyri lið
í U17/19.
U17/19: Gull: KBF, sum var mannað við: Lena Maria Joensen, Bjarnhild í
Buð Justinussen, Hans Elttør, Jónas Vágsheyg og Ari M Jacobsen. Liðleiðari
var Mrinmoy Pal.
Silvur: HBF/MBF, sum var mannað við: Sissal Thomsen HBF, Miriam í Grótinum HBF, Jónas Djurhuus HBF og
Árant á Mýrini MBF. Liðleiðari var Dorthea Thomsen HBF.
Bronsu: HBF2, sum var mannað við: Mia Thorkildshøj, Sanna Thorkildshøj, Rúni Øster, Hákun Thorkildshøj
Sigvardsen og Rasmus Berg Petersen. Liðleiðari var Elsa Thorkildshøj.
U15: Gull: KBF, sum var mannað við: Miriam Hávarsá, Oddbjørg í Buð Justinussen, Leivur Joensen, Rógvi
Bertholdsen og Olivar Askham. Liðleiðari var Hjørdis Hávarsá.
Silvur: HBF, sum var mannað við: Birita Weihe, Julianna á Heiðunum, Eyð Lamhauge Debess, Bjarti Samson Vang, Asbjørn Heide Olsen. Liðleiðari
var Marjun W. Thomassen.
U13:
Gull: KBF, sum var mannað við: Ranja Joensen, Rebekka Eysturskarð, Eva Jacobsen,
Filip Høgnason, Fríðrikur J Helmsdal og Roma Kurt Samson. Liðleiðari var Karl Arni Egholm.
Silvur: HBF1, sum var mannað við: Eira Ásbjørnsdóttir Petersen, Birna K Jacobsen, Sjúrður Elias Heinason
Eysturoy og Tóki Yngvason Guttesen. Liðleiðari var Heini Eysturoy. Bronsu: HBF2, sum var mannað við: Bjørg Trille Sørensen, Bjarta av Vollanum, Kristoffur Samuelsen og Markus
Bjarnason. Liðleiðari var Birita Samuelsen. U11: Gull: HBF, sum var mannað við: Inga Guðrin Samuelsen, Naomi
Rajani Færø, Símun Thorkildshøj Sigvardsen, Mannbjørn Eysturtún Mouritsen og
Beinir Rúnason Weihe. Liðleiðari var Kristianna Thorkildshøj.
Silvur: KBF, sum var mannað við: Ranva Ryan, Paula Jákupsdóttir Høj, Tóki Næs, Jónas Festurstein, Eyðun
Lamhauge og Ingi J Helmsdal. Liðleiðari var Jóannes Næs.
Kappingarskrá til FM 2020 fyri lið-.xlsx