«2022»Í dag«Aug»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Høvuðsstuðul hjá KBF



Aðrir stuðlar


     


Danish Junior Open 2013

Danish Junior Open 2013 

 

Úrslit og annað frá kappingini kann síggjast  her.

Bartal vann í Farum so nógv stig, at hann nú kann taka lut í eliturekkjuni i U15. Hjartaliga tillukku frá KBF

Her kanst tú síggja Móttøkuna hjá Eysturkommunu fyri Barður, Monu og Jensu.

Tíindarskriv

Danish Junior Open 2013 í Farum.
Sum partur av leikaramenning hjá Badmintonsamband Føroya (BSF), vóru ungir føroyskir badmintonleikarar sendir til árligu Danish Junior Open í Farum, sum var á hvítusunnu. Hetta er ein opin kapping í badminton, og luttakarar  úr Svøríki, Noregi, Týsklandi, Danmark og Føroyum, luttaka í hesi kapping. Í føroyska ferðalagnum, ið hevði umboð úr øllum badmintonfeløgum í Føroyum, vóru 13 íðkarar, saman við 10 vaksnum, umframt ein føroyskur leikari, ið leikar hjá donskum felag.

Byrjað var við bólkaspæli, har allir føroyingarnir stóðu seg væl. Bólkavinnararnir komu víðari til endaspælið, har allir dystir skuldu vinnast fyri at varðveita luttøku. Fimm føroyingar megnaðu at stríða seg til eitt finalupláss í einmansleiki. Kristina Eriksen (HBF) vann gull í U15-A, Mona Rasmusdóttur (ÍF) vann silvur í U13-M, Bartal Poulsen vann gull í U15-M, Bárður á Reynatrøð (ÍF) vann gull í U13-A, og Dann Fróðason (MBF) vann silvur í U13-A. Tað sermerkta í U13-A dreingir var, at báðar finalistarnar í einmansleiki vóru føroyingar – nevniliga Bárður á Reynatrøð og Dann Fróðason. Eftir eina spennandi og javna finalu, skuldu Bárður og Dann standa saman í tvímansleiki, har teir megnaðu at vinna gullið heim.

Í blandaðum tvímansleiki í U17-A vunnu Sólfríð Hjørleifsdóttir (VÍF) og Magnus Dal-Christiansen (HBF) gull.

Sostatt vunnu føroyingar fimm finalur og ognaðu sær silvur í tveimum førum.

Hóast badminton er einstaklinga ítróttagrein, so var túrurin sermerktur av einum ferðalagi, ið stóð saman sum lið og stuðlaði hvørjum einstøkum leikara til hvønn einstakan dyst.