«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S


Høvuðsstuðul hjá KBF:





Aðrir stuðlar

     
Her síggja vit frá vinstru: Urbanus Olsen umboð fyri KBF, Ari M Jacobsen ársins ungi leikari hjá monnum 2017 og Lana Maria Joensen ársins ungi leikari hjá kvinnum 2017 og so Margareth Djurhuus deildarleiðari í Betri í Klaksvík.



Betri høvuðsstuðul hjá Klaksvíkar Badmintonfelag

 

Klaksvíkar Badmintonfelag hevur gjørt høvuðssamstarvssáttmála við Betri

Maria Joensen, forkvinna i KBF og Margareth Djurhuus, deildarleiðari í Betri í Klaksvík, skrivaðu undir sáttmálan.

Maria Joensen sigur, at hon fegnast um samstarvið við Betri. “Stuðulin gevur okkum møguleika at arbeiða víðari og menna okkara felag”.

Klaksvíkar Badmintonfelag hevur seinasta árið arbeitt við at betra um karmarnar til kappingarnar sum KBF skipar fyri, og í tí sambandi fingu vit ein badmintonbana at leggja á gólvið. Banin tekur seg væl út og spælarnarnir eru glaðir og spentir at sleppa at spæla á honum, og eru vit í felaginum sera glað fyri banan. Felagið hevur eisini fingið eina badminton-bóltamaskinu, sum verður brúkt til venjing av teimun víðarikomnu spælarunum.

Seinasta kappingarárið var tað besta hjá KBF. Vit fingu 5 FM-vinnarar hjá teimum ungu og 4 Grand-Prix vinnarar fyri ung, harafturat fingu vit eisini silvur og bronsu fyri vaksin hjá ávíkavist monnum og kvinnum. Eisini fingu vit í KBF ársins unga spælara hjá kvinnum og monnum.

Um fáar dagar fara 2 av okkara U17 spælarum til Prag at umboða Føroyar til EM fyri U17 og vit í KBF eru sera stolt at kunna senda 2 spælarar avstað. Hetta vísir, at okkara unga badmintonfelag er í menning.

Komandi árini verður fokus sett á at halda uppá spælarnar, soleiðis at teir ikki rýma til aðra ítrótt í býnum. Vit ynskja at betra um umstøðurnar hjá spælarunum og menna spælararnar, soleiðis at vit kunnu fáa enn fleiri spælarar til avbjóðingar uttanlands. Eisini ynskja vit, at felagið kann halda støðið hjá teinum ungu og vinna meira hjá teimum vaksnu. Vit kundi hugsað okkum at fingið ein venjara at vant spælararnar og fingið fleiri venjingartímar í hallunum. Hetta vil verða við til at lyfta badmintonítróttina meira upp í Klaksvík.    

Margareth Djurhuus, deildarleiðari í Klaksvík: “Vit hava sum endamál at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum. Við at stuðla Klaksvíkar Badmintonfelag eru vit við til at tryggja góðar umstøður fyri Badmonton í Norðoyggjum; hetta fegnast vit um. Felagið ger eitt stórt arbeiði fyri at fáa tey ungu við. Hetta er ein góð íløga í framtíðina hjá felagnum, ið uttan iva framhaldandi fer at geva góð úrslit.

Sáttmálin millum Betri og Klaksvíkar Badmintofelag er galdandi fyri 2017/18 og 2018/19.