«2022»Í dag«Aug»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Høvuðsstuðul hjá KBF



Aðrir stuðlar


     


Bermuda-Badminton

Bermuda, sunnukvøld 

15. juli 2013 17:44:47
 

Føroyar – Falklandsoyggjarnar

Í liðkappingini ímóti Falklandsoyggjunum leikti Rógvi Poulsen einmansleikin hjá monnum ímóti Doug Clark. Fyrsta settið byrjaði javnt, men sum frá leið dróg Róvgi frá og endaði við at vinna 21-15. Í øðrum setti dróg Rógvi beinan vegin frá og var á odda 7-2. Dug Clark kom aftur í aftur eitt bil, men 21-13. Sostatt vann Rógvi Poulsen 2-0 ímóti Doug Clark.

Guri Poulsen leikti einmansleikin hjá kvinnum ímóti Anastasia Markina. Í byrjanini av fyrsta setti leikaði javnt á, men Guri endaði við at vinna setti 21-8. Næsta setti var meira ójavnt. Hósat Anastasia Markina førdi við 2-0, so endaði Guri við at vinna settið 21- 5. Sostatt vann Guri Poulsen 2-0 ímóti Anastasia Markina.

Tað tyktist sum um, at drúgvu royndirnar hjá Guri komu henni til góða ímóti tí ungu Markina frá Falklandsoyggjunum.

Sostatt løgvu syskini Guri og Rógvi Poulsen út við at vinna teir báðir fyrstu dystirnar fyri Føroyar í liðkappingini ímóti Falklandsoyggjunum.

Tvímansleikin hjá monnum leiktu Niclas H. Eysturoy og Flóvin Mikkelsen ímóti Clark og D. March. Niclas og Flóvin lótu onga løtu iva vera um, hvørt liðið var betri. Teir vunnu fyrsta sett sannførandi 21-10 og í øðrum setti vinnu teir 21- 9. Sostatt vannu Niclas H. Eysturoy og Flóvin Mikkelsen 2-0 ímóti Doug Clark og D. MarchSostatt.

Tvímansleikin hjá kvinnum leiktu Kristina Eriksen og Sólfríð Hjørleifsdóttir ímóti Williams og March. Kristina og Sólfríð løgdu út við at vinna fyrsta sett sannførandi 21-6. Næsta setti var líka sannførandi og vunnu Kristina og Sólfríð 21- 10. Sostatt vannu Kristina og Sólfríð 2-0 á Williams og March.

Guri Poulsen og Hilmar Kass leiktu blandaða tvímansleikin ímóti Minto og Brownlee. Fyrsta settið gjørdist sera javnt, men megnaði føroyska parið at vinna 25-23. Næsta settið var ikki líka javnt og vann føroyska parið 21- 9.Sostatt vannu Guri og Hilmar 2-0 á Minto og Brownlee.

Fyrsta dystin ímóti Falklandsoyggjunum vunnu Føroyar samanlagt 5-0. 

Føroyar – Isle of Wight

Í liðkappingini ímóti Isle of Wight leikti Niclas .H. Eysturoy einmansleikin hjá monnum ímóti Charlie Tayler. Fyrsta settið vann Niclas 21-5. Næsta setti gjørdist meira javnt, men endaði niclas við at vinna 21- 13. Sostatt vann Niclas dystin 2-0 ímóti Charlie Tayler.

Rannvá Carlson leikti einmansleikin hjá kvinnum ímóti Sophie Baggott. Fyrsta settið vann hon sannførandi 21-3. Næsta settið vann Rannvá eisini 21- 8. Sostatt vann Rannvá dystin 2-0 ímóti Sophie Baggott.

Tvímansleikin hjá monnum leiktu Rógvi Poulsen og Magnus Dahl-Christiansen ímóti Charlie Tayler og H. Richards. Fyrsta settið vunnu teir sannførandi 21-11 og næsta settið vunnu teir 21-14. Sostatt vann Magnus og Rógvi 2-0 dystin 2-0 ímóti S. Berggottee.

Tvímansleikin hjá kvinnum leiktu Brynhild Carlson og Sólfríð Hjørleifsdóttir ímóti Georgia Dye og Sophie Baggott . Fyrsta settið vunnu okkara kvinnur 21-14 og næta settið vunnu tær 21-15. Sostatt vunnu Brynhil og Sólfríð dystin 2-0.

Guri Poulsen og Hilmar Kass leiktu blandaða tvímansleikin ímóti Denise Insley og Chris Massey. Fyrsta settið vunnu Denise Insley og Chris Massey 21-13 og næsta settið vunnu tey 21- 17. Sostatt taptu okkara leikarar henda dyst 2-0.

Samanlagt vunnu Føroyar 4-1 ímóti Isle of Wight.

Føroyar – Isle of Man

Í liðkappingini ímóti Isle of Man leikti Niclas .H. Eysturoy einmansleikin hjá monnum ímóti B. Li. Fyrsta settið vann Niclas 21-14. Næsta settið vann B. Li 21-7. Triðja settið vann B. Li eisini við 21-13. Sostatt vann B. Li dystin 2-0 ímóti Charlie Tayler. Fyrsta settið stýrdi Niclas dystinum, men 2 og 3 settið stýrdi B. Li dystinum og vann tískil samanlagt 2-1.

Rannvá Carlson leikti einmansleikin hjá kvinnum ímóti C. Callow. Fyrsta settið vann ? 21-17. Næsta settið vann Rannvá 21- 19. Triðja settið vann okkara Rannvá 21-18. Talan var um ein sera javnan og spennandi dyst og vann sostatt Rannvá dystin 2-1 ímóti C. Callow.

Tvímansleikin hjá monnum leiktu Niclas H. Eysturoy og Flóvin Mikkelsen ímóti B.Li og N. Harding. Niclas og Flóvin vunnu fyrsta sett 21-14. Næsta settið vunnu Isle of Man 21-12 og í triðja settinum gjørdist úrslitið, at Niclas og Flóin vunnu 22-20. Sostatt vannu Niclas H. Eysturoy og Flóvin Mikkelsen 2-1 ímóti B.Li og N. Harding. Talan var um ein sera javnan og spennandi dyst, har góða samspælið ímillum Niclas og Flóvin gjørdi, at teir at enda vunnu.

Tvímansleikin hjá kvinnum leiktu systrarnar Brynhild Carlson og Rannvá Carlson ímóti Clague og C. Callow. Fyrsta settið vunnu kvinnurnar frá Isle of Man 21-18 og næta settið vunnu tær 21-12. Sostatt vunnu Clague og C. Callow dystin 2-1.

Flóvin Mikkelsen og Brynhild Carlson leiktu blandaða tvímansleikin ímóti N. Harding og Clague. Fyrsta settið vann parið frá Isle of Man 21-17 og næsta settið vunnu tey 21-12. Sostatt taptu okkara leikarar henda dyst 2-0.

Samanlagt vann Isle of Man 3-2 ímóti Føroyum.