«2019»Í dag«Apr»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30          
M T M H F L S


Høvuðsstuðul hjá KBF:





Aðrir stuðlar

     
Adhya og Bjarnhild til høgru vunnu gull til Yonex Denmark Junior Opin 2016 í M rekkjuni









Adhya og Bjarnhild kláraðu seg sera gott til Yonex Denmark Junior Open 2016

 Skriva hevur Ítrottartíðindi:    

 

Heilt ungir Føroyskir badminton leikarar gjørdu bart í Yonex Open junior 2016 í Danmark í seinastu viku.

Í seinastu viku var, ein av heimsins størstu badmintonkappingum við øllum heimsins bestu leikarum, hildin í Danmark, hendan kapping kallast Yonex Denmark Open 2016, og eru allir teir bestu leikarnir í heiminum.  Samstundis, sum hendan kapping er, verður eisini Yonex Junior Denmark Open 2016 hildin, og eru hetta teir yngri leikarnir.  Teir yngri leikarnir kunnu so eisini nýta høvi at síggja teir bestu í heiminm spæla og heilsa uppá Ol vinnarar og heimsins bestu badminton leikarar annars.

Kappingin er beild eftir styrki, har rekkja D eru teir veikastu, so kemur C , B  og so A.  Síðani koma  tað leikarar sum spæla í meistara rekkjuni M, hetta eru leikarar, sum hava vunnu ov nógv stig til A rekkjuna og verða fluttir upp í M.  Tær allarbestu í heiminum verða so koyrdir í elituna E.  Ì danmark eru bert nakrir leikarar í E.

Soleiðis er eisini hjá Juniorum, har fimm føroyskir leikarar vóru og spældu í seinastu viku.  Leikarnir vóru. Adhya Nandi , Bjarnhild í Buð Justinussen, Ari Nandi, Sissal Thomsen og Miriam í Grótinum. Sigast skal beinanvegin, at leikarnir gjørdu sær als ikki fyri skommum, nei, tvørtur ímóti gekk tað sera gott.

Serliga vóru tað tær báðar bert 12 ára gomlu Adhya úr Havn og Bjarnhild úr Klaksvík, sum gjørdu bart.  Tær spældu í U13 M, og er tað tann næst bersta rekkjan yvirhøvur, so støði var høgt og kappingin sera hør.

Ì  U13 M   í einsmansleiki kom Adhya heilt í finaluna, har kom hon at spæla móti eini danskari gentu.  Og har gjørdi hon ikki mætari enn at vinna og bleiv hervið tann besti  leikari í damu single í M rekkjuni . Hetta er fantastiska  flott, og uttan yva tað besta úrtslit, sum nakar ungur leikari í Føroyum hevur fingið.

Ì U13 M í tvímansleiki leikti hon saman við Bjarnhild. Tær leiktu sera gott saman og komu tær eisini í finaluna.  Í finaluni spældu tær ímóti tveimum gentum úr Finlandi. Góða spæli hjá Bjarnhild og Adhyu helt fram, og mín sann um tær ikki eisini vunnu hendan dystin og vunnu gull í M rekkjuni, eisini sera flott  av teimum , og eitt av bestu úrtsliti av ungum Føroyskum leikarum.

Eitt annað dømi um, at vit í Føroyum hava góðar og evnaríkar ungar leikarar er broti niðanfyri.  Hetta er til eina kapping, sum var fyrr í summar í Farum, sum kallast Danish Junior Open.  Til  hesa kapping, hava okkara Junior badminton landslið verið til, tey seinastu árini. Hetta við til at geva leikarunum góðar royndir.  Til hesa kapping komu tvey Føroysk  pør í finaluna í U15 A í tvímansleiki hjá monnum.  Í brotinum síggja vit Ara Nandi úr MBF, sum er beiggji Adhyu, spæla saman við Ara M Jacobsen úr KBF, teir spæla ímóti Árart á Mýrini úr MBF og Jónas Djurhuus úr HBF.   Her vunnu Ari og Ari gull og Árant og Jónas silvur.  Tað eru fleiri dømi um góð úrtslit uttanlanda frá ungum Føroyskum leikarum.

Hesir leikarar eru allir partur av einum góðum arbeiði, við at taka ungar evnaríkar leikarar, og geva teimum eyka talent venjing í fleiri ár.  Hetta arbeiði eigur at halda fram, og helst byrja tá leikarnir eru heilt ungir. Hetta lyftir teir upp í støði, og kunnu teir tá spæla til fleiri kappingar uttanlanda og við tí fáa teir góðar royndir og verða lyftir longur upp.  Adhya og Bjarnhild byrjaðu sum 10 ára gamlar at venja við talentliðnum, og eru fleiri ungir leikarar á veg.  Tá tað ikki verður tikið hond um góðar ungar evnaríkar leikarar beinanvegin, so fara teir ofta til annan ítrott.

Føroyiskir leikarar eru gott við í kappingini uttanfyri Føroyar, serliga til teir kom til 15-17 ára aldur, men so byrja okkara leikarar at hava trupuleikar við at fylgja við, men nú fáa vit at síggja.

 

Her er bert eitt lítið brot sum Jonny í Grótinum stroymaði við telefonini heim til Føroyar meðan finalan í U15 A í tvímansleiki bleiv spæld í mai 2016.

https://www.facebook.com/klaksvikarbadmintonfelag.kbf/videos/1000265590051907/



Vit í Klaksvíkar Badmintonfelag ynskja Adhyu og Bjarnhild hjaraliga tillukku við  hesu sera flottu heiðursmerkjum :-)