«2019»Í dag«Okt»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S


Høvuðsstuðul hjá KBF:





Aðrir stuðlar

     

JFK-Open 2017 í Klaksvík

 

JFK_logoJFK-Open 2017 í badminton í KlaksvíkJFK_logo

Stór badmintonkapping verður komandi vikuskifti í Klaksvík.

Í morgin leygardagin og sunnudagin verður Grand Prix 3  hildin í Klaksvík.  Hetta er ein stór kapping har uml 190 leikarar koma at luttaka. Leygardagin kappast børn og ung upp til og við U17.  Sunnudagin kappast vaksin A,B og C har eisini fleiri ungir leikarar eru við.

 

Leygardagin verður kappast  í KÍ-høllini og badmintonhøllini. Har eru 10 bánar tilsamans, so  í Klaksvík eru góðar umstøður. Byrja verður kl 09:00 og hildi á til uml 20:00. Sunnudagin verður kappast í badmintonhøllini, byrja verður sunnudagin kl 13:00 og hildi verður á til kl uml 19:00. Tað er Klaksvíkar badmintonfelag sum er vertir fyri hesu kapping, sum verður stuðla av JFK, og hevur kappingin heitið JFK-Open 2017.

Turnerings planen er her 

Her  er kappingarskráð og kann ein fylgja við her hvussu gongur hjá leikarunum. Men øll eru eisini sjálvandi meir enn vælkomin í hallirnar at síggja leikarnar kappast og heppa teir.  Tað kostar einki og kaffe og annað er ókeypisJ