JFK-Open 2019: Her eru myndir av heiðursmerkjahandanunum seinasta vikuskifti í Klaksvík

 

Seinasta
vikuskifti var stór badmintonkapping í Klaksvík. Tað vóru 149 tilmeldingar til
hesa Grand Prix 3 kapping og vóru 250 dystir spældir. Hetta er heldur minni enn
seinasta ár og væl minni enn fyri 3 árum síðani, tá 221 leikarar vóru meldaðir
til, og teir spældu knapt 380 dystir.




Leygardagin
spældu børn og ung frá U11 til U17, og sunnudagin spældu tey vaksnu. Kappingin
gekk væl, og tað vórðu nógvir góðir og spennandi dystir spældir. Har var
eisini nógv gott at fáa, so sum kakao, bollar, frukt og smyrjubreyð. Alt er
gjørt og goldið av foreldrum. Ja, foreldur og hjálparfólk eru ótrúliga
røsk og hjálpsom. Takk til øll. Eisini ein stór tøkk til øll, sum hálptu
til í hallunum, meðan kappingin var og í samband við at rigga til og rudda av.




Vit
vilja eisini takka JFK-trol fyri aftur í ár at vera stuðul til hesa stóru
badmintonkapping. Uttan stuðul frá fyritøkum ber einfalt ikki til at hava ítróttarfeløg.




Vit
í KBF fingu eisini mong heiðursmerki, og tillukku til tykkum og góða eydnu til
øll næstu ferð.




 




Myndir
eru at síggja niðanfyri.