Badminton í Klaksvík: Her eru myndir av heiðursmerkjahandan frá JFK-Open í Klaksvík 2. og 3. desembur 2017




Badminton í Klaksvík: Her
eru myndir av heiðursmerkjahandanini frá JFK-Open í Klaksvík 2. og 3. desembur
2017




Her síggja vit
myndir av heiðursmerkjahandanini frá JFK-Open seinasta vikuskifti í Klaksvík,
har Grand Prix 3 var hildið.  Tað vóru umleið 190 leikarar, og eini 350
dystir vórðu leiktir. Leygardagin spældu børn og ung, og sunnudagin spældu tey
vaksnu.




Hjá U11 dreingjum
er kappingin serliga millum tveir leikarar úr ÍF, har Bogi hevur 130 stig, og
Marko hevur 120 stig.  Hjá U11 gentum er kappingin eisini sera hørð.
Har hevur
Julianna HBF 140 stig, og Eva KBF hevur 130 stig, so hjá U11 er einki
avgjørt enn.




Hjá U13 gentum er eisini sera hørð kapping. Har eru tað
serliga tríggir leikarar frá KBF og ein frá ÍF, sum kappast um
fremsta plássið.  Fremst í løtuni er Ranja frá KBF, og so koma Rakul ÍF, og Oddbjørg og
Miriam frá KBF. 
Hjá dreingjum U13 eru Leivur KBF
og Bjarti HBF púra javnir við 120 stigum í part.




Hjá U15 dreingjum hevur Aron ÍF vunnið allar tríggjar kappingarnar
higartil og stendur væl í kappingini til at blíva Grand Prix vinnari fyri
veturin.
Hjá gentum hevur
eisini ein leikari vunnið allar kappingarnar higartil. Tað er Ingibjørg frá
KBH, sum hevur 150 stig.




Í U17 menn
hevur Árant MBF 140 stig, Ári HBF hevur 110 stig, Jónas HBF hevur 100 stig, og
Ari KBF hevur 80 stig. Hjá kvinnum U17 hevur Adhya vunnið allar kappingarnar
og hevur 150 stig. Sissal HBF hevur 110 stig, Lena Maria KBF hevur 90
stig, og Miriam HBF hevur 70 stig.




Enn er einki
avgjørt hjá teimum vaksnu, men hjá kvinnum A hevur Lena Maria frá Klaksvíkar
Badmintonfelag lagt seg klárt á odda við 150 stigum. Nummar 2 er Jóhanna KBF
við 90 stigum, og nummar 3 er Bjarnhild KBF við 70 stigum, sum ikki
var heima til hesa kapping, so kvinnurnar hjá Klaksvíkar
Badmintonfelag verða torførar at taka í ár.




Hjá monnum er
kappingin enn opin. Har er Magnus úr HBF fremst við 100 stigum, men í hølunum á
honum koma Rani KBF við 90 stigum, Magni ÍF við 80 stigum, og Ari KBF hevur 70
stig.




Hjá  kvinnum
eru ikki nógvir luttakarar í ár, og tað er harmiligt, tí tað kemur nokk at
síggjast aftur, tá farið verður til kappingar uttanlands, tí leikararnir eru
munandi verri fyri, tá leikarar her heima ikki taka lut í tí heimligu
kappingini. Tað er tó ikki so óvanligt, at annað hvørt ár er áhugin minni, tí
tá er ikki Oyggjaleikaár, og tað verða ikki Oyggjaleikir komandi summar.
Tíbetur síggja vit tó fleiri góðar, ungar, kvinnuligar leikarar, sum eru á veg
upp.  Tað er eisini vanligt at síggja tað hjá monnum, men í ár er ørvísið.
Tað er hørð kapping um fremstu plássini, og tað eru fleiri leikarar, sum eru
væl fyri og hava gjørt stór framstig. Tað var eisini stuttligt at síggja
góðar leikarar, sum spældu badminton fyrr, koma til kapping í Klaksvík.




Næsta Grand Prix
kapping
 verður á Giljanesi 13. og 14. jan
2018.
Tann kappingin eitur H-dygd Open og er 4. Grand Prix kapping út av 5.