Her eru myndir av heiðursmerkjahandanini frá KSS-Open í Klaksvík 21. og 22. septembur 2019

So er hetta badminton kappingarári byrja. Fyrsta kapping var í Klaksvík seinasta vikuskifti. Hetta var fyrsta av fimm Grand Prix kappingum í vetur. Henda kappingin var stuðla av KSS ( Klaksvíkar Sleipistøð ) í Klaksvík, og fekk tí navnið KSS-Open.


Við vóru 135 leikarar, og var kappast leygardagin í badmintonhøllini og KÍ-høllini. Tá spældu børn og ung.

Sunnudagin var bert spælt í badminton-høllini, har tey vaksnu kappaðust.

Kappingin gekk gott og vóru umleið 250 dystir spældir.

Niðanfyri eu myndir av heiðursmerkjahandanunum og kàppingarskráð, har øll úrtslit eru at síggja.


KBF

Stuðul https://kss.fo/