«2019»Í dag«Jul»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S


Høvuðsstuðul hjá KBF:





Aðrir stuðlar

     
Í U11 B bleiv Miriam Hávarsá gullvinnari.

Her eru myndir av heiðursmerkjahandan frá JFK-Open kappingini í Klaksvík 5. og 6. desember 2015

JFK-Open kappingin varð hildin seinasta vikuskifti. Tað vóru 202 tilmeldingar og er hetta klárt met.

Veðrið var sera vánaligt leygardagin, og tað vóru eisini nøkur, sum væl skiljandi, ikki hattaðu sær norður til Klaksvíkar leygardagin.

Kappingin gekk væl og nógv var gjørt burturúr við at hava tað hugnaligt við jólapynti, og nógv gott var at eta. Har var smyrjibreyð, kaffe, te, frugt, saft, kakao og bollar. Alt hetta var ókeypis.

Har vóru nógvir spennandi dystir við 3 settum, og fleiri óvantaði úrslit vóru eisini. Kappingin hjá børnum og ungum upp til og við U17 B var hildin leygardagin. Hildið var á til kl 19:30 á kvøldið. Gott er at hava 10 banar á sama stað.  

Sunnudagin spældu tey vaksnu og U17 A. Tá var bert spælt í badmintonhøllini, og gekk tað eisini væl. Hjá vaksnum í bólki A komu Magnus Dal-Christiansen frá HBF og Rainer frá KBF í 1/2 finaluna. Fyrsta sett vann Rainer greitt 21-11, men so tók Magnus seg saman og tað fór at gangast verri hjá Rainer. Næsta sett vann Magnus 21-15 og tað seinasta vann Magnus greitt 21-13.  Í finaluni møttust so Rani frá KBF og Magnus, og vann Magnus 2-0 við settmuninum 21-13 og 21-11. Eftir hetta umfar í Grand Prix 3 er Rani enn á odda, men Magnus tók 2.plássið frá Rainer. Teir eru javnir við 90 stigum hvør, men av tí at Magnus hevur vunnið eina kapping, er hann nummar 2 og Rainer nummar 3.  Rani hevur 110 stig og er á 1.plássi og Magnus og Rainer hava 90 stig hvør. Til  komandi kapping, sum verður á Giljanesi í januar, verður Rainer burturstaddur.

KBF takkar fyri alla hjálp frá foreldrum, venjarum og leikarum til hesa kapping, tað er eitt stórt arbeiði, sum skal gerast til eina slíka kapping :-)


NB: Vit mangla myndir frá  U15 C dreingir, U15 D Dreingir, U15 D gentir. Um onkur hevur eina av hesum, eru tit vælkomin at senda tær til: kbf@kbf.fo, so koyra vit tær uppá.


KBF