«2020»Í dag«Nov»
30           1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Høvuðsstuðul hjá KBF



Aðrir stuðlar


     


Her síggja vit U17/19, sum Klaksvíkar Badmintonfelag vann.

Sera flott úrslit hjá Klaksvíkar Badmintonfelag til FM fyri lið 2020.


Seinasta vikuskifti varð skipað fyri FM fyri lið 2020, sum var hildið í Klaksvík 15. feb.

Fyri Klaksvíkar Badmintonfelag var hetta ein sera góð kapping, har KBF vann heili 3 meistaraheiti av 4.

Fyrsta kappingin var í U11, har HBF vann 4-1 í móti KBF.

Onnur kapping, sum varð avgjørd, var U15. Hetta var ein sera spennandi dystur millum KBF og HBF, sum KBF vann 3-2. So høvdu KBF og HBF vunn hvør sítt meistaraheiti, men enn vóru 2 kappingar eftir: U13 og U17/19.

Hjá U13 var eisini kappingin millum KBF1 og HBF1. Hetta gjørdist eisini ein sera spennandi kampur, sum undan seinasta dystinum stóð á jøvnum 2-2. Tað endaði við, at KBF1 vann samanlagt 3-2 og gjørdist føroyameistari í U13 eisini.

Seinasta kappingin, sum varð avgjørd, var U17/19. Hesir leikararnir eru millum teir bestu í landinum. Tríggir leikarar hjá HBF og ein hjá KBF vóru við til Oyggjaleikir í Gibraltar seinasta summar. Havnar Badmintonfelag meldaði eitt lið til saman við Miðvágs Badmintonfelag. KBF vann tveir teir fyrstu, sum vóru tveir singlar, og so var støðan 2-0 til KBF. Tveir teir næstu, sum vóru damu- og harra double, vann HBF/MBF, og so var javnt 2-2. Síðani var farið undir tann seinasta dystin, sum var mix double. Tann, sum vann dystin, kundi kalla seg føroyameistara í U17/19. 1. sett vann KBF og 2. sett vann HBF/MBF, so her bleiv sera spennandi. 3. settið vann Klaksvíkar Badmintonfelag og kundi kalla seg føroyameistara fyri lið í U17/19.


Nøvnini á liðunum, sum vunnu heiðursmerki eru niðanfyri:


U17/19:

Gull: KBF, sum var mannað við: Lena Maria Joensen, Bjarnhild í Buð Justinussen, Hans Elttør, Jónas Vágsheyg og Ari M Jacobsen. Liðleiðari var Mrinmoy Pal.

Silvur: HBF/MBF, sum var mannað við: Sissal Thomsen HBF, Miriam í Grótinum HBF,  Jónas Djurhuus HBF og Árant á Mýrini MBF. Liðleiðari var Dorthea Thomsen HBF.

Bronsu: HBF2, sum var mannað við: Mia Thorkildshøj, Sanna Thorkildshøj, Rúni Øster, Hákun Thorkildshøj Sigvardsen og Rasmus Berg Petersen. Liðleiðari var Elsa Thorkildshøj.


U15:

Gull: KBF, sum var mannað við: Miriam Hávarsá, Oddbjørg í Buð Justinussen, Leivur Joensen, Rógvi Bertholdsen og Olivar Askham. Liðleiðari var Hjørdis Hávarsá.

Silvur: HBF, sum var mannað við: Birita Weihe, Julianna á Heiðunum, Eyð Lamhauge Debess, Bjarti Samson Vang, Asbjørn Heide Olsen. Liðleiðari var Marjun W. Thomassen.


U13:

Gull: KBF, sum var mannað við: Ranja Joensen, Rebekka Eysturskarð, Eva Jacobsen, Filip Høgnason, Fríðrikur J Helmsdal og Roma Kurt Samson. Liðleiðari var Karl Arni Egholm.

Silvur: HBF1, sum var mannað við: Eira Ásbjørnsdóttir Petersen, Birna K Jacobsen, Sjúrður Elias Heinason Eysturoy og Tóki Yngvason Guttesen.  Liðleiðari var Heini Eysturoy.

Bronsu: HBF2, sum var mannað við: Bjørg Trille Sørensen, Bjarta av Vollanum, Kristoffur Samuelsen og Markus Bjarnason. Liðleiðari var Birita Samuelsen.


U11:

Gull: HBF, sum var mannað við: Inga Guðrin Samuelsen, Naomi Rajani Færø, Símun Thorkildshøj Sigvardsen, Mannbjørn Eysturtún Mouritsen og Beinir Rúnason Weihe. Liðleiðari var Kristianna Thorkildshøj.

Silvur: KBF, sum var mannað við: Ranva Ryan, Paula Jákupsdóttir Høj, Tóki Næs, Jónas Festurstein, Eyðun Lamhauge og Ingi J Helmsdal. Liðleiðari var Jóannes Næs.












 

Kappingarskrá til FM 2020 fyri lið-.xlsx